Almennir fundir 2024

Hesar dagar er almennur fundur á kommunuskrivstovuni:

17. januar kl 17:15

14. februar kl 17:15

13. mars kl 17:15

10. apríl kl 17:15

15. mai kl 17:15

12. juni kl 17:15

14. august kl 17:15

11. septembur kl 17:15

16. oktobur kl. 17.15                                                                                                                 

 6. novembur kl. 17.15 (Fíggjarætlan)                                                                                     

20. novembur kl. 17:15                                                                                           

11. desembur kl 17:15

 

Mál, ið skulu viðgerast á almennum fundi, skulu vera skrivstovuni í hendi  seinasta lagi 8 dagar áðrenn fundin.

Reglugerð um stuðul frá Viðareiðis kommunu

 

Fyri viðgerð av umsóknum til kommununa um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.

 

 

§ 1. Kommunan kann lata stuðul til umsøkjarar, sum hava heimstað ella bústað í kommununi, eftir innsendari umsókn við frágreiðing og grundgeving um evnið

Stk.1. Undantak kann gerast frá ásetingini í § 1., um stuðulin í høvuðsheitum verður brúktur í kommununi til endamál, sum koma borgarunum í kommununi til góða.

§ 2. Kommunan letur ikki stuðul til virksemi, sum vinnurekandi standa fyri og sum hevur fíggjarligan vinning fyri eyga.

§ 3. Kommunan letur stuðul til næmingaferðir:

Næmingar í Viðareiðis skúla fáa stuðul á kr 1.500 

 Næmingar, sum ganga í framhaldsdeild fáa stuðul á kr. 1000 

 Næmingar sum ganga á miðnámi fáa stuðul á kr. 500 

Næmingar, sum velja at taka av øðrum tilboði enn 10. flokki, kunnu fáa ein part endurrindaðan 

§ 4. Kommunan kann lata stuðul til mentan og ítrótt treyta av:

 At tiltakið er viðkomandi og mennandi fyri borgararnar í kommununi

At tiltakið er alment

§ 5. Borgarstjórin hevur heimild til at avgreiða umsóknir um stuðul upp til kr. 5.000.00, um umsóknin ikki hevur tíð at bíða.