Søgan/søgnin um Viðareiði
Viðareiði er nevnd í hundabrævinum sum hildið verður er skrivað um ár 1350 – 1400, men bygdin kann verða eldri.
Tað er gomul søgn, at fyrsti búðstaður á Viðareiði man hava verið Uppi við Garð, á leið har, sum Innistovuhúsini standa í dag; kanska eitt sindur niðri/eystari. Enn tann dag í dag verður hettar tún kallað á Grundini.
Búðstaðin her, kunnu vit kanska seta til at verða í víkingaøldina ár 800 til 1050 ca. ?
Her hevur helst verið ein Garður; ikki ein grótgarður men ein búðstaður líknandi einum bóndagarði. Tessvegna navnið “Garður”. Í hesum sambandi er vert at nevna, at býlinganavnið Uppi við Garð, sum vit kalla tað nú, hevur als einki við teir nógvu grótgarðarnir at gera, íð eru har uppi í dag. Men navnið stavar harafturímóti frá áðurnevnda Garði, ella búðstaði. Sambært Chr.Matras er tað okkurt, sum talar fyri, at hettar hevur verið ein Garður (búðstaður), íð hevur verið lítið ella als einki ásýniliður frá sjónum. Kanska við einum verjugarði niðanfyri búðstaðin? Tí, vit hava 3 Lað, nevniliga Mið- Uppi- og Úti á Laðnum. Hava hettar verið inn/útgongdir frá
Garðinum (búðstaðnum)?? Slíkt er ikki óhugsandi tá við hyggja nærmari hvat Chr.Matras leggur í tíðingina av orðinum Lað.
Samanum tikið hevur hesin búreisingur vilja verið dulnevndur, helst av góðum grundum, kundi verið flýddur úr Noreg ella Íslandi? Tað er ikki óhugsandi.
Omanfyri nevnda byggir bert á sagnir. Einasta vit hava at styðja okkum til er orðið “Lað” og “Garður”. Alla staðni í Føroyum, har orðið “Garður” kemur fyri, er hettar tann elsti búðstaðurin, menn vita um, á staðnum og verður oftast settur í samband við víkingaøldina.
Tað er líkt til, at hesin búðstaður uppi við Garð er niðurlagdir, áðrenn menn av álvara setti búgv á Viðareiði og eftir stóð bert grundin Meðan staðarnavnið Á Grundini bleiv varðveitt og er vælkent av eldra ættarliðinum í bygdini..



