Búmerkið hjá felagnum
Heim / Borgari / Børn og ung /
Barnahúsið Sóljuspírin

Barnahúsið Sóljuspírin

Sóljuspírin er opin frá kl. 07.15 til kl. 17.15 Tó kann barnið í mesta lagi verða 9 tímar um dagin. 

Kostnaðurin fyri fulla tíð er 1750 kr um mánaðin og 875 kr um mánaðin fyri hálva tíð. Syskinaavslátturin er 20 % fyri næsta barnið og 3 barnið er ókeypis. Kostnaðurin fyri barn í SFA er 875 kr

Ùtgangstøðið í øllum virkseminum í Sóljuspíranum er trivnaður, læring og menning, sum er fyri barnsins besta. Okkara heildarætlan er at stuðla einstaka barninum, so tað mennist við øllum teimum førleikum og møguleikum, sum tey hava.

Okkara námsfrøðiliga uppgáva er at skapa og tryggja eitt umhvørvi við umsorgan og tryggleika, sum hjálpir barninum at handfara dagligu avbjóðingarnar í mun til aldur og menning. Okkara dagliga virksemi byggir á áhugan hjá barninum og tí hevur tað alstóran týdning at hetta kennist hugaligt, trygt og læruríkt hjá barninum. Vit arbeiða tilvitað við týdninginum av viðurkennandi sambandi og týdningin av at vera partur av einum mennandi felagskapi

Vit arbeiða miðvíst við ymiskum evnum og verkætlanum, og hevur tað týdning fyri okkum at barnið hevur tíð til djúphugsan og grundan.Tann lurtandi námsfrøðin er grundarsteinurin undir okkara evnum og verkætlanum saman við námsætlanum og stevnumiðunum.

Samband:                                                       

Barnagarðstovan
Telefon:231093

Vøggustovan

Telefon 231088


Skúlafríðtíðaransingin
Telefon: 231089

Leiðari

Elin Mikkelsen
Telefon 231084