Umsókn um grundstykki

Viðareiðis Kommuna arbeiðir støðugt við at útvega grundstykkir.

Í "høgra" bredda finnur tú yvirlit yvir tøk grundstykkir, byggisamtykt o.a, ið hevur við byggiviðurskiftir at gera í kommununi.

Viðareiðis kommuna er ikki sinnað at veita byggiloyvi ella selja grundøki til summarhús.

Upplýsingar til umsókn um grundstykki:

Byggisamtykt

Viðareiðis kommuna hevur eina almenna byggisamtykt, sum kann lesast her.

Eisini eru kort, sum vísa ásetingarnar í byggisamtyktini og broytingar, sum eru framdar seinastu árini.