Almennir fundir 2023
Hesar dagar er almennur fundur á kommunuskrivstovuni:
11. januar kl 17:15
01. februar kl 17:15
07. mars kl 17:15
20. apríl kl 17:15
23. mai kl 17:15
28. juni kl 17:15
15. august kl 17:15
20. septembur kl 17:15
09. oktobur kl 17:15 ( Fíggjarætlan)
24. oktobur kl. 17.15
21. novembur kl. 17:15
13. desembur kl 17:15
Mál, ið skulu viðgerast á almennum fundi, skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 8 dagar áðrenn fundin.
Reglugerð um stuðul frá Viðareiðis kommunu
Fyri viðgerð av umsóknum til kommununa um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.
§ 1. Kommunan kann lata stuðul til umsøkjarar, sum hava heimstað ella bústað í kommununi, eftir innsendari umsókn við frágreiðing og grundgeving um evnið
Stk.1. Undantak kann gerast frá ásetingini í § 1., um stuðulin í høvuðsheitum verður brúktur í kommununi til endamál, sum koma borgarunum í kommununi til góða.
§ 2. Kommunan letur ikki stuðul til virksemi, sum vinnurekandi standa fyri og sum hevur fíggjarligan vinning fyri eyga.
§ 3. Kommunan letur stuðul til næmingaferðir:
Næmingar í Viðareiðis skúla fáa stuðul á kr 1.500
Næmingar, sum ganga í framhaldsdeild fáa stuðul á kr. 1000
Næmingar sum ganga á miðnámi fáa stuðul á kr. 500
Næmingar, sum velja at taka av øðrum tilboði enn 10. flokki, kunnu fáa ein part endurrindaðan
§ 4. Kommunan kann lata stuðul til mentan og ítrótt treyta av:
At tiltakið er viðkomandi og mennandi fyri borgararnar í kommununi
At tiltakið er alment
§ 5. Borgarstjórin hevur heimild til at avgreiða umsóknir um stuðul upp til kr. 5.000.00, um umsóknin ikki hevur tíð at bíða.